- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ber neyvan til at forbjóða Sea Shepherd í Føroyum
Føroyskir politikarar kunnu helst gloyma alt um at stegða Sea Shepherd við lóg.
Tað heldur danski professarin, Jens Vedsted-Hansen á lærda háskúlanum í Århus. Hann er eisini limur í PET- kommissjónini.
PET er fregnartænastan hjá danska politinum.
Sambært PET-kommissjónini frá 2009 er tað bara hent tríggjar ferðir, síðani danska grundlógin kom í 1849, at felagsskapir eru tvingaðir til at gevast. Seinastu ferð var undir krígnum, tá Kommunistaflokkurin varð noyddur at gevast í 1941.
Grundlógin í buktini
Í Weekendavisen í dag hevur Heini í Skorini grein um virksemið hjá Sea Shepherd í Føroyum, og um ætlanir hjá føroyskum politikarum at banna felagsskapinum at virka her.
Jens Vedsted-Hansen sigur, at sambært grundlógini skulu felagsskapir, sum brúka harðskap ella royna at røkka endamáli sínum við harðskapi takast av við dómi.
Men tað er ikki bara sum at siga tað hjá ákæruvaldinum at prógva, at ein felagsskapur, og ikki einstakir limir, brúkar harðskap.
Heldur ákæruvaldið seg kortini hava prógv fyri tí, skal rætturin taka støðu til prógvini.
Hava roynt í Danmark
Tað ber ikki til at noyða ein felagsskap at gevast uttan við dómi, sigur Jens Vedsted-Hansen, professari.
Hann vísir á, at í Danmark hava politikarar uttan úrslit roynt at forbjóða felagsskapum, eitt nú rokkarum og islamistiska Hizb-ut Tahrir.
Men soleiðis sum Ríkisadvokaturin tulkar grundlógina, hevur tað ikki borið til higartil.