- Tíðindi, mentan og ítróttur
Suspenderaður meðan málið verður kannað

Aðalstjórin í Heilsumálaráðnum váttar, at ein kommulækni er suspenderaður. Í einum telduposti til Kringvarpið, skrivar aðalstjórin í Heilsumálaráðnum, Turið Arge, at:

"Heilsumálaráðið er umvegis løgregluna í august í ár kunnað um eitt mál viðvíkjandi einum kommunulækna. Heilsumálaráðið avgjørdi beinanvegin í august í ár at suspendera kommunulæknan so leingi málið koyrir."

Tað var í juli mánað, at løgreglan avhoyrdi ein kommunulækna í Føroyum og skuldsetti hann fyri at hava framt kynsligan ágang móti fimm kvinnum, sum hava verið til læknaviðtalu hjá honum.

Málið er latið ákærumyndugleikanum

Kommunulæknin, skal millum annað í sambandi við undirlívskanningar, hava framt kynsligan ágang. Kvinnurnar eru millum 20 og 30 ár.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/greinar/2014/07/25/laekni-skuldsettur-fyri-kynsligan-agang...ækni skuldsettur fyri kynsligan ágang

Løgreglan hevur kannað mannagongdirnar í sambandi við undirlívskanningar, fyri at vita, hvat ein lækni ger í tí sambandinum, og løgreglan metur, at maðurin hevur framt kynsligan ágang tá og í øðrum sambandi, og tí er hann skuldsettur.

Málið er latið ákærumyndugleikanum, sum skal taka støðu til, um fleiri kanningar skulu gerast og um ákæra skal reisast í málinum.