Handtikin fyri hóttanir

Handtikin fyri hóttanir
Ein maður bar fram so mikið álvarsligar hóttanir, tá hann í gjár var inni á gólvinum hjá Almannaverkinum, at hann varð handtikin
Ein maður verður grundlógaravhoyrdur seinnapartin, tí hann mikudagin bar fram hóttanir á Almannaverkinum ímóti triðja parti
 
04.09.2014 - 10:40

<p>Hendingin fór fram beint fyri klokkan tvey seinnapartin mikudagin. Hóttanirnar vóru sambært løgregluni ikki vendar móti starvsfólki á Almannaverkinum, men ímóti triðja parti.</p>

<p>Á politistøðini verður sagt, at havandi í huga, at persónurin áður er dømdur fyri persónsvandamiklan kriminalitet, so varð hann handtikin.</p>

<p>Maðurin verður grundlógaravhoyrdur nú klokkan eitt korter til tvey, og har fer ákæruvaldið helst at krevja mannin varðhaldsfongslaðan.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982