Vilja fáa fleiri ung í fiskivinnuna

Vilja fáa fleiri ung í fiskivinnuna
Í Grønlandi skulu nýggjar reglur fyri fiskiskap lokka ung at arbeiða innan fiskivinnuna
 
15.07.2014 - 09:47

Higartil hevur tað verið sera trupult hjá ungum fiskarum at koma í gongd við fiskiskapin, tí reglurnar hava verið so strangar. Men í dag eru nýggjar reglur settar í gildi, sum gera tað lættari at fáa fiskiloyvi.

Nú ber til hjá teimum, sum hava útbúgving innan fiskivinnu ella á annan hátt hava royndir við fiskiskapi at fáa undantaksloyvi til fiskiloyvi. Tað skrivar grønlenska fiski- og veiðimálaráðið.

Samstundis ber nú til at fáa egið fiskiloyvi, um tú hevur mynstrað við fiskiskipið, sum hevur roynt eftir svartkalva.

Ung í fiskivinnuna

Nýggja reglugerðin skal fáa fleiri ung at arbeiða innan fiskivinnu, og nýggju loyvini geva atgongd til øll fiskasløg inni við land, og linari treytir fyri fiskiskap eftir toski.

Tó skulu ungu fiskifólkini tó framvegis søkja um fiskiloyvi, sum øll onnur, um tey skulu fiska í økinum frá Disko og norður móti Upernavik.

Treytin fyri yvirhøvur at søkja er, at umsøkjarin eigur eina jollu og neyðuga fiskireiðskapin, skrivar KNR.gl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
Leitisstein 18.02.2025
188081
Hósdag 20. februar
Andarblak 20. februar 2025
188079
Hósdag 20. februar
Breddin: Friðarsamráðingar um Ukraina
188053
Hósdag 20. februar
Mono - Føroyskar perlur (2:4)
188051
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825