Faroe Farming gott úrslit

Faroe Farming gott úrslit
Avlopið fyri skatt var 33 milliónir kr.
 
15.05.2014 - 08:51

Úrslitið hjá partafelagnum Faroe Farming batnaði munandi í fjør. Avlopið fyri skatt var umleið 33 milliónir krónur samanborið við eina lítla millión árið fyri, skrivar Vágaportalurin.

Leiðslan er nøgd við úrslitið, og hóast óvissa er um framtíðina, eru vórnirnar góðar, og halda forsagnirnar, verður úrslitið í ár væl betri enn í fjør, sigur leiðslan í ársfrágreiðingini.

Eginognin í Faroe Farming er 65,6 milliónir kr., og bókaða virðið á fiskinum er 100 milliónir. Ongin rentuberandi skuld er í felagnum.

Í meðal høvdu 70 fólk arbeiði hjá Faroe Farming í fjør.

Smápartafelagið Hjallur í Havn og partafelagið Havsbrún í Fuglafirði eiga Faroe Farming, sum aftur eigur triðingin av partafelagnum South Pelagic.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766