Stril Merkur er komin í føroyska flotan

Stril Merkur er komin í føroyska flotan
Hann er fimta skipið hjá Team Beredskab í Tórshavn, sum hevur 105 føroyingar í starvi á føroyskum kjøli
 
14.05.2014 - 13:34

Í dag legst fimta skipið afturat frálandaflotanum hjá Team Beredskab í Tórshavn. Stril Merkur ið er bygdur í 2011, er 98 metrar langur og 19 breiður.

Skipið er bygt í tøttum samstarvi við Statoil, sambært krøvum teirra til eitt framkomið hágóðskuskip at veita munadygga trygd á oljuøkjunum í Norðsjónum.

Farið varð beinleiðis av skipasmiðju inn í 10 ára chartur hjá Statoil - við møguleika fyri at leingja avtaluna í fimm ár.

Skipið varð frá byrjan væl mannað við føroyingum. Nakrir royndir Norðmenn vórðu tó við, til tess at byggja upp føroyskar førleikar at sigla framkomna farið.

Seinasta árið hevur øll manningin verið føroysk.

Nú Stril Merkur kemur undir føroyskt flagg, Team Beredskab áleið 105 føroyingum starv á føroyskum kjøli.

Tað er norska frálandareiðaríið Simon Møkster Shipping í Stavanger, sum eigir Stril Merkur og hini fýra skipini, sum Team Beredskap tekur sær av at manna.

Simon Møkster Shipping eigur tilsamans 23 frálandaskip og hevur fýra nýbygningar í gerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766