Føroysku peningastovnarnir neyvan í váða

Føroysku peningastovnarnir neyvan í váða
Tað vísir seinasta metingin hjá Niro Invest
 
14.05.2014 - 08:47

Føroysku peningastovnarir eru undir váðamarkinum í nýggjastu váðametingini hjá Niro Invest í Danmark.

Váðamarkið er 500, og níggju peningastovnar av 75 á listanum eru yvir 500 og tí í stórum vanda fyri at koma í álvarsligar trupulleikar.

Hjá føroysku peningastovnunum er støðan best hjá Eik, sambært Niro Invest.

Á listanum, sum danska blaðið Børsen hevur almannakunngjørt, er váðametingin hjá Eik triðja besta. Hon er 267,5.

Framman fyri Eik eru bara Grønlandsbanken við 257,5 og Langå Sparekasse við 247,5.

Hjá BankNordik er talið 375, tað er 410 hjá Norðoya Sparikassa og 422,5 hjá Suðuroyar Sparikassa.

Váðametingin hjá Niro Invest byggir á 21 avgerandi tættir í bankavirksemi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766