Statoil loyvi at bora

Statoil loyvi at bora
Tveir brunnar skulu borast í føroyskum øki í summar
 
12.05.2014 - 09:33

Fríggjadagin fekk Statoil loyvi frá Jarðfeingi at bora brunnin Brugdan tvey.

Byrjað varð at bora hendan brunnin í 2012, men boringin varð steðgað tá, tí hon var ikki liðug, tá veturin kom.

Boripallurin West Hercules skal bora Brugduna tvey lidna.

Statoil er fyristøðufelag.

Hinir loyvishavararnir eru ExxonMobil, OMV og Atlantic Petroleum.

Tá hesin brunnurin er liðugur, verður farið undir brunnin, sum er nevndur Súlan-Stelkur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766