Meir makrelur kann fiskast sigur ICES

Meir makrelur kann fiskast sigur ICES
Ein millión tons kann fiskast uttan at gera seg inn á stovnin
 
12.05.2014 - 08:23

ICES heldur nú, at til ber at fiska yvir eina millión tons av makreli í ár uttan at gera seg inn á stovnin.

Altjóða havgranskingarstovnurin mælti upprunaliga til ikki at fiska meira enn 890.000 tons í ár.

Men nú hevur stovnurin endurskoðað hesa meting.

Nú er í lagi at fiska millum 927.000 og eina millión og 11-túsund tons.

ICES hevur gjørt nýggjan leist at brúka, tá makrelstovnurin verður mettur.

Men sama hvat ICES sigur hava londini, sum fiska makrel, longu avgjørt at fiska upp í 1,4 milliónir tons í ár, sum eru 40 prosent meira enn nýggja tilmælið hjá ICES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766