Eingi kolvetni í Butch East leitibrunninum

Eingi kolvetni í Butch East leitibrunninum
Góðar vónir eru um Butch South-West brunnin
 
12.05.2014 - 09:25

Faroe Petroleum er liðugt at bora í Butch East-leitibrunninum, og felagið boðar frá, at eingi kolvetni vórðu funnin.

Borað varð ígjøgnum góðar jarðargoymslur, men eingi kolvetni vórðu.

Byrjað varð at bora brunnin 29. desember í fjør, og borað varð niður á 2.307 metrar.

Havdýpið, har borað varð niður, er 65 metrar.

Brunnurin liggur skamt frá týðandi undirstøðuekervi, og nær við framleiðslu-eindirnar Ula, Tambar og Gyda.

Butch East-brunnurin verður nú typtur og fráfarin, og boripallurin, Mærsk Giant, verður fluttur til Butch South-West miðið.

Graham Stewart, forstjóri í Faroe Petroleum, sigur á heimasíðu felagsins, at hóast úrslitið av Butch East-brunninum er eitt vónbrot, so eru góðar vónir til Butch South-West-brunnin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766