Gongd komin á byggivinnuna í Føroyum aftur
Gongd komin á byggivinnuna í Føroyum aftur
Verulig framgongd innan byggivinnuna í Føroyum hómast nú fyri fyrstu ferð síðan fíggjarkreppuna. Talan er um størstu framgond seinastu seks árini
Framgongd hómast nú innan byggivinnuna í Føroyum. 30 milliónir krónur fleiri eru higartil útgoldnar í lønum innan byggivinnuna í mun til sama tíðarskeið í 2013 (tilvildarlig savnsmynd)
Mynd: KvF
11.05.2014 - 09:41
Higartil í ár eru útgoldnar 2.389 milliónir kr. í lønum í Føroyum. Tað eru 101 milliónir krónur fleiri enn somu mánaðar í fjør. Framgongdin hetta tíðarskeiðið var 4,4%.
Tað er í løtuni framgongd í øllum høvusðvinnugreinum, men serliga í byggivinnuni. Higartil í ár hevur byggivinnan útgoldið 290 milliónir kr. í lønum, tað eru 30 milliónir fleiri enn í fjør - framgongdin er 11,5%.
Árstíðarjavnaðu lønirnar vísa, at lønirnar í løtuni eru á sama stigi sum seinasta heyst, einar 620 milliónir kr. um mánaðin. Gongdin vísir, at framgongdin - sum er í løtuni - byrjaði fyri einum ári síðan.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766