KÍF sagt venjaranum úr starvi

KÍF sagt venjaranum úr starvi
Jakob Jónsson vann í fjør greipuna við KÍF, nú er hann uppsagdur
Jakob Jónsson er uppsagdur í KÍF
Mynd: jn.fo  
 
06.03.2014 - 09:37

Hóast Jakob Jónsson hevur fingið góð úrslit við KÍF, hann vann greipuna í fjør, og førdi kollfirðingar í steypafinaluna í ár, so er hann nú uppsagdur

Í løtuni liggur KÍF eisini til at koma í FM-finaluna.

Jakob Jónsson hevur skrivað eina viðmerking á Facebook-vangan hjá sær um uppsøgnina:

Tit leikarar eru stjórin hjá mær, og tit hava sagt, at eg skal steðga sum venjari. Tað eri eg harmur um.

Tað tolið og gleðina eg havi givið tykkum, kemur ikki mær tilgóðar. Vildi heldur, at tit góvu mær tað sama.

Men eg virði tykkara meiningar, tí spælarin er nummar eitt.

Eg eri errin av at hava verið partur av KÍF í hálvtannað ár, og at hava vunnið tvey gull og eitt silvur.

Stóra virðing fyri tykkum. Koyrið á, tit vinna tað ið er eftir og har við eisini gull.

Jakob Jónsson vil í løtuni ikki gera fleiri viðmerkingar, sigur hann við Kringvarpið

 

Signar Rasmussen, formaður í KÍF, sigur við Kringvarpið, at orsøkin til uppsøgnina er, at úrslitini í seinastuni hava ikki verið nøktandi, og at felagið heldur, at tað er neyðugt við nýggjum venjara, fyri at venda gongdini.

jn.fo skrivar, at Eddie Joensen er settur sum venjari fyri tað ið er eftir av kappingarárinum.

KÍF er í løtuni á øðrum plássi í landskappingini, sum gevur atgongd til FM-finaluna. Teir eru eitt stig aftanfyri nummar eitt, VÍF, og fimm stig frammanfyri nummar trý, sum er STÍF

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017