- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aliringarnir eystanfyri Nólsoy hava fingið skaða
Aliringarnir eystanfyri Nólsoy hava fingið skaða
Skaðin er so mikið umfatandi, at avgerð er tikin um at sleipa ringarnar til lands

Aliringarnir liggja eystan fyri Nólsoy í landnyrðing úr Skriðutanga
28.02.2014 - 17:23
Tað er trái landsynningur, ið hevur gjørt skaða á aliringarnar.
Kristian Petersen, stjóri í Fiskaaling, sigur, at best er at sleipa ringarnar til lands, so at ringarnir kunnu umvælast á deyðavatni.
Verkætlanin við aliringum eystanfyri Nólsoy er at vita, hvussu nógv aliringarnir tola á opnum havi.
Hoyr samrøðu við Kristian Petersen í tíðindasendingini kl. 18.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV