Fiskivinnunýskipan á breddan

bannari
Fiskivinnunýskipan á breddan
Fiskivinnunýskipaninin verður á breddanum á almennum kjakfundi mikukvøldið, nú Torradagar eru í Klaksvík
 
17.02.2014 - 10:41

Fiskivinnunýskipanin hevur verið á veg leingi, men hóast valskeiðið er meira enn hálvrunnið, er einki uppskot borið í tingið. Eftir ætlan skulu øll fiskiloyvi fara úr gildi 1. januar 2018.

Á kjakfundinum fara umboð fyri allar politiskar flokkar at kjakast um fiskivinnunýskipanina. Spurt verður m.a., um vit skulu halda fast við fiskidagar, ella fara afur til kvotuskipan, hvat verður av tilfeingisgjaldinum, og kann uppboðssøla koma upp á tal. Eisini verður spurt, hvussu verður við gildistíðini fyri fiskiloyvi. 

Við pallborðið sita:

Kaj Leo Johannesen, løgmaður & formaður í Sambandsflokkinum
Jacob Vestergaard, lstm í fiskivinnumálum & umboð fyri Fólkaflokkin
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi
Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin 
Poul Michelsen, formaður í Framsókn
Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum


Kjakfundurin verður í skúlanum við Ósánna mikukvøldið klokkan 19.30, og høvi verður hjá fundarfólki at seta spurningar. Óluva Zachariasen og Jón Brian Hvidtfeldt verða fundarstjórar. 

Kjakfundurin verður sendur beinleiðis í útvarpinum. 

Torradagarnir byrja í dag, og halda fram til 22. februar. Skráin kann lesast HER.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151