- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einki illgrunasamt við eldinum umborð á Pison
Einki illgrunasamt við eldinum umborð á Pison
Kanningin vísur klárt, at eldurin er kyknaður í botnium í nøkrum turkiskápum, sum finnast miðskips á mittasta dekki
Mynd: KvF/Bjarki Thomsen
24.01.2014 - 10:56
Kanningarnar hjá serfrøðingunum frá donsku løgregluni eru nú lidnar. Niðurstøðan er, at einki illgrunasamt er fari fram.
Kanningin vísur greitt, at eldurin er kyknaður á botninum í nøkrum turkiskápum, sum eru miðskips á mittasta dekki.
Hitarør festi í
Eitt 2,5 m langt hitarør undir turkiskápunum var tært so illani, at tað var komi í samband við trækonstruktiónina í turkiskápunum, og soleiðis kyknaði eldurin í turkiskápunum.
Pison hevur fingið nakað av eld og roykaskaða.
47 ára gamli maðurin doyði av roykeitran. Hundurin, ið tann 47 ára gamli maðurin átti og hevði við sær umborð, er nú eisini funnin deyður umborð á Pison.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV