- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frágreiðingin kemur í morgin ella mánadagin

Frágreiðingin hjá Jørgeni Niclasen um tollmálið verður liðug í morgin ella mánadagin. Tað sigur advokaturin, Christian Andreasen.

Í frágreiðingin sigur Jørgen Niclasen sína søgu um tollmálið, har partafelagið N. Niclasen, sum landsstýrismaðurin var stjóri fyri, fekk vørur útflýggjaðar til at selja, uttan at rinda toll.

Christian Andresen hevur vegna Jørgen Niclasen sent Kringvarpinum eina kæru í tíðindaflutninginum í tollmálinum, sum hann sigur vera ærumeiðandi og innihalda grovar skuldsetingar.

Her er kæran til Kringvarpið: Viðv. tíðindaflutningi um Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Enn er ikki greitt, um landsstýrismaðurin fer at kæra til fjølmiðlanevndina. Jørgen Niclasen hevur í fleiri umførum borið seg undan at viðmerkja tollmálið, tí hann hevur bíðað til frágreiðingin er liðug.

Frágreiðingin verður liðug í morgin, fríggjadagin, ella mánadagin. Tá fer landsstýrismaðurin væntandi eisini at svara fleiri spurningum í málinum.