- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáir grønlendingar vilja í oljuvinnuna
Hóast skotska oljufelagið, Cairn Energy, vil hava fleiri grønlendingar í starv, søkja fáir grønlendingar størv hjá felagnum, skrivar Sermitsiaq.
Í 2010, tá virksemið var mest, vóru bert sjey prosent av starvsfólkunum grønlendingar, hóast felagið vildi havt minst tíggjunda hvørt fólk úr Grønlandi, sigur stjórin í felagnum, Ian Watt, við blaðið.
Hvørja ferð lýst verður eftir fólki, eru tað fólk úr evropeisku londunum, sum søkja størvini, sigur Ian Watt.
- Tað eru serliga danir, sum søkja størvini hjá felagnum, sigur hann.
Øll størv krevja ikki útbúgving
Tá søkt verður eftir fólki, krevja summi størv ávísa útbúgving, men tað eru eisini størv, sum ikki krevja nakra serliga útbúgving, og tá er tað løgið, at grønlendingar ikki søkja, sigur stjórin.
Oljuvinnan kann sum oftast lata hægri løn enn vanligt, og tí er løgið at so fáir grønlendingar søkja, sigur hann. Hann heldur eina orsøk vera, at fólk, sum fáa starv, av trygdarávum skulu duga enskt, og tað kann vera ein forðing.
Í 2010 og í 2011 gjørdi Cairn Energy átta royndarboringar í Grønlandi, og og ætlanin er at gera fleiri boringar í ár, skrivar Sermitsiaq.