Samstarvið skal styrkjast

Samstarvið skal styrkjast
Í sambandi við, at Aleqa Hammond hevur vitjað Føroyar, sigur løgmaður nú, at samstarvið við Grønland skal styrkast
Í januar løgdu Tjóðveldi og Framsókn fram uppskot um at seta á stovn føroyska sendistovu í Grønlandi, men tað fall
 
10.12.2013 - 10:40

Bjørt Samuelsen spyr nú løgmann, um hann umhugsar av nýggjum at seta á stovn føroyska sendistovu í Grønlandi.

Í januar í ár løgdu Tjóðveldi og Framsókn fram uppskot um at seta á stovn sendistovu í Grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk.

Uppskotið bar ikki á mál, men í sambandi við at Aleqa Hammond hevur vitjað Føroyar, sigur løgmaður nú, at samstarvið við Grønland skal styrkast.

Okkurt slag av umboðan

Samgongan feldi uppskotið, men ásannaði tó at, at tørvur helst var á onkrum slagi av umboðan í Grønlandi.

Løgmaður sigur nú í tíðindaskrivi, at samstarvið verður styrkt, tó uttan at nevna sendistovu ella aðra umboðan, sigur Bjørt Samuelsen.

Hon spyr tí, um løgmaður hevur broytt meining og nú fer at seta á stovn eina føroyska umboðan í Grønlandi?

Tættari samstarv

Løgmaður lat hurðina standa á gloppi aftaná grønlendsku vitjanina í farnu viku.

- Fundurin í gjár er vónandi fyrsti av fleiri formligum fundum millum løgmann og landsstýrisformannin komandi árini. Føroyar og Grønland hava á fleiri økjum somu avbjóðingar, og eitt sterkari samstarv styrkir bæði londini.

Grønland er ein miðdepil í altjóða politikki, og tí vil eitt tættari samstarv lata fleiri dyr upp - ikki minst hjá okkara vinnulívi, segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður í almennari fráboðan aftaná vitjanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
Leitisstein 18.02.2025
188081
Hósdag 20. februar
Andarblak 20. februar 2025
188079
Hósdag 20. februar
Breddin: Friðarsamráðingar um Ukraina
188053
Hósdag 20. februar
Mono - Føroyskar perlur (2:4)
188051
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825