Sleppa at fiska meira

Sleppa at fiska meira
Føroysk skip sleppa at fiska 100 tons fleiri av toski í grønlendskum sjógvi næsta ár, enn í ár. Grønlendsk skip sleppa at fiska í føroyskum sjógvi
Føroyar og Grønland sleppa at fiska meira hvør hjá øðrum
 
05.12.2013 - 15:57

Føroysk skip sleppa at fiska 100 tons fleiri av toski í grønlendskum sjógvi næsta ár, enn í ár.

Grønlendsk skip fáa loyvi at fiska 50 tons fleiri av sild í føroyskum sjógvi, og 5.000 tons av svartkjafti, sum Grønland fær umvegis NEAFC.

Tað var úrslitið av sínámillum fiskirættindasamráðingunum, sum vóru í Keypmannahavn í gjár og í dag.

 

Gera fiskiroyndir

Føroyska toskakvotan í Eysturgrønlandi verður 355 tons, og føroysku svartkalvakvoturnar í Eysturgrønlandi og í Vesturgrønlandi verða óbroyttar ávikavist 275 tons og 100 tons.

Harumframt kunnu føroysk rækjuskip gera fiskiroyndir á norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi, tó ikki meir enn 100 tons.

Grønland fær 2.100 tons av norðhavssild at fiska í føroyskum sjógvi, og eitt grønlendskt línuskip kann royna eftir botnfiski í føroyskum sjógvi í upp til 60 dagar. Harumframt fær Grønland atgongd at veiða 5.000 tons av svartkjafti, sum Grønland fær tillutað gjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi.

 

Landsstýrismaðurin fegnast

“Tað er umráðandi, at Føroyar og Grønland hava gott samstarv á fiskivinnuøkinum.

Hóast sínámillum fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Grønland er lítil í vavi, so haldi eg, at hon er ein týðandi liður í okkara samstarvi .

Eg gleðist um, at tað aftur í ár eydnaðist at koma fram til eina skilagóða avtalu fyri báðar partar, sigur Jacob Vestergaard landsstýrismaður”.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835