Nógvur makrelur fiskaður

Nógvur makrelur fiskaður
Nógv meir enn almennu tølini vísa, sigur íslendskur fiskifrøðingur
 
01.11.2013 - 10:04

Makrelfiskiskapurin á okkara leiðum í Atlantshavinum kann hava verið nógv størri árini 1972-2005 enn almennu veiðitølini siga.

Tað sigur Guðmundar J. Óskarsson á íslendsku havstovuni við Fiskifrettir.

Hann heldur, at makrelveiðan í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum møguliga var 1,7 til 3,6 ferðir størri enn veiðitølini søgdu.

Hetta avlagaði stovnsmetingarnar nógv.

Og hetta er eisini orsøkin til, at nú er ein nýggjur leistur gjørdur fyri stovnsmetingina fyri 2014, sigur Guðmundar J. Óskarsson.

Árini 1972 til 2005 royndu nógvir verksmiðjutrolarar úr Eysturevropa eftir makreli.

Eingin veit við vissu, hvussu nógv tey fiskaðu.

Tá góður prísur fekst fyri stóran makrel í Japan er sannlíkt, at nógvur smáur makrelur er tveittur út aftur, sigur Guðmundar J. Óskarsson.

Fiskifrøðingar í øllum strandarlondunum, sum samráðast um makrel, hittast 17. til 21.februar næsta ár at eftirmeta vísindaligu ráðgevingina um makrel.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636