170 milliónir frá vinnuni er pínumarkið

170 milliónir frá vinnuni er pínumarkið
Tann loysnin kann ikki standa við, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
 
02.10.2013 - 10:25

170 milliónir krónur eru pínumarkið fyri, hvussu nógv ber til at taka frá alivinnuni og fiskivinnuni, sigur Jørgen Niclasen.

Í fíggjarlógini næsta ár er roknað við sama tilfeingisgjaldi fyri uppsjóvarfisk sum í ár, 107 milliónir.

Og harafturat skulu fyritøkur í fiskivinnuni og alivinnuni, sum hava eina millión ella meira í skattskyldugari inntøku, fáa eina rættiliga skattahækking næsta ár.

Frá 2011 hevur ein skattur upp á 2,5 prosent verið lagdur á tað, sum verður kallað eyka stórur vinningur í fiskivinnuni og alivinnuni.

Hesin tilfeingis- og loyvisskattur verður hækkaður upp í sjey prosent næsta ár, sambært uppskoti frá Fíggjarmálaráðnum.

Skatturin verður mettur at geva 63 milliónir næsta ár, 45,5 frá alivinnuni og 17,5 frá fiskivinnuni.

Hækkingin úr hálvum triðja prosenti upp í sjey prosent skal geva landskassanum 40 milliónir næsta ár.

Men hetta er eingin varandi loysn, legði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum dent á, tá hann kunngjørdi fíggjarlógaruppskotið mánadagin.

Ein loysn skal finnast fyri fiskivinnuna eftir 1.januar í 2018, tá galdandi veiðiloyvi fara út gildi, segði hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878