Savna undirskriftir at seta kanningarstjóra

Savna undirskriftir at seta kanningarstjóra
Tunnilsmálið verður reist í fleiri munnligum fyrispurningum í tinginum
 
09.10.2013 - 13:35

Andstøðan vil hava ein kanningarstjóra at kanna tunnilsmálið, og í løtuni royna andstøðuflokkarnir at savna neyðugu 14 undirskiftirnar, sum skulu til, fyri at málið kann verða lagt fram.

Tunnilsmálið setur dám á orðaskiftið í tinginum í dag, tí fleiri munnligir fyrispurningar eru um tunnilsmálið.

Løgmaður hevur júst svarað einum fyrispurningi frá Høgna Hoydal úr Tjóðveldi um fundin við CIP um millióna-endurgjaldið. Kaj Leo Holm Johannesen svaraði, at hann hevði kallað inn til fundin, og at CIP royndi eisini at fáa seg at skriva undir avtaluna, men tað vildi løgmaður ikki, tí hann skal hava eftirlit við landsstýrisfólkunum.

Løgmaður segði, at hann hevur einki ímóti, at ein kanningarstjóri verður settur.

Jenis av Rana, samgongutingmaður, segði, at hann skilti ikki, hví CIP ikki varð biðið um "at skrubba av," sum hann tók til. Jenis av Rana helt, at milliónin eigur heldur at verða nýtt at seta ein kanningarstjóra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109