228.000 tons av svartkjafti næsta ár

228.000 tons av svartkjafti næsta ár
Svartkjaftakvotan verður meir enn 90.000 tons størri enn í ár
 
04.10.2013 - 10:52

Føroyar fáa yvir 90.000 tons afturat av svartkjafti næsta ár, nú fiskifrøðingarnir í ICES halda, at heildarkvotan í 2014 kann vera 950.000 tons.

Sambært avtalu millum strandarlondini frá 2005 eiga Føroyar 26,1 prosent av kvotuni.

Sambært tí fáa Føroyar 247.000 tons av svartkjafti næsta ár. Í ár er føroyska kvotan 155.000 tons.

Fiskiskapurin eftir svartkjafti hevur verið lítil seinastu árini. Samstundis hevur tilgongdin verið góð.

Hetta ger, at stóra niðurgongdin í stovninum, sum var síðani 2004, er steðgað. Svartkjaftastovnurin er nú í støðugari menning, sigur ICES.

ICES heldur eisini, at makrelkvotan næsta ár kann hækka 64 prosent, men sildakvotan má minka 32 prosent.

Strandarlondini eru framvegis ikki samd um makrel og sild, so enn er óvíst, hvussu nógvan makrel og hvussu nógva sild, føroyingar hava næsta ár.

14. og 15.oktober hava strandarlondini fund um svartkjaftin, 16.-18.oktober um sildina og 22.-25.oktober er makrelurin á dagsskránni. Allir fundirnir vera í London.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878