Meira toskur á Flemish Cap

Meira toskur á Flemish Cap
Føroyska kvotan hækkar uppí 3.246 tons, sum er 100 tons meir enn í ár
 
30.09.2013 - 08:43

Føroyingar sleppa eisini at fiska tosk á Flemish Cap næsta ár. Kvotan er 3.246 tons, 100 tons meira enn í ár.

Tað varð samtykt á ársfundinum hjá NAFO, sum viðger fiskiskapin í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Ársfundurin var í Halifax í Kanada.

Línuskipini høvdu góðan fiskiskap á Flemish Cap í ár, og øll kvotan varð fiskað.

Fyri ársfundin mæltu fleiri limalond og vísindaliga ráðgevingin til, at eingin rækjufiskiskapur skuldi vera á Grand Bank næsta ár, tí stovnurin verður mettur at vera illa fyri.

Tað eydnaðist tó føroysku sendinevndini í tøttum samstarvi við onnur limalond at tryggja føroysk áhugamál.

Og rækjufiskiskapurin á Grand Bank heldur fram. Samtykt varð kortini at minka heildarveiðina niður í helvtina av tí, hon er í ár, tí stovnurin minkar skjótt. Heildarkvotan verður 4.300 tons.

Føroyska kvotan er góð 10 prosent, sløk 430 tons í 2014.

Heldur ikki næstan ár verður loyvt at fiska rækjur á Flemish Cap. Har hevur verið forboðið at fiska rækjur síðani 2011.

Harafturat eiga føroyingar 197 tons av svartkalva og 69 tons av kongafiski í NAFO-økinum næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079