- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spyr um stuðulslán verða latin til eldrabústaðir
Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, vil hava at vita frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um landsstýrið fer at lata kommunum stuðulsán til eldrabústaðir, áðrenn máløkið verður latið kommununum at umsita.
Hann hevur boðað frá einum skrivligum fyrispurningi til landsstýriskvinnuna í almannamálum, og á tingfundinum mikudagin fer tingið at taka støðu til, um fyrispurningurin skal svarast.
Bíða til næstu ferð
Helgi Abrahamsen vísir á, at Sjóvar kommuna hevur í fleiri ár arbeitt við eini ætlan um at byggja eldrasambýli, og hevur søkt landsstýrið um stuðul til endamálið. Men boðini úr landsstýrinum hava alla tíðina verið, at bíðast má til næstu ferð, tá stuðulslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli verða boðin út.
- Nú er ivasamt, um næsta útbjóðing nakrantíð verður, sigur Helgi Abrahamsen, sum vísir á, at eldraøkið møguliga verður lagt út til kommunurnar. Hann vil tí hava at vita frá Anniku Olsen, um landsstýrið fer at lata fleiri stuðulslán til eldrabústaðir, áðrenn málsøkið verður latið kommununum at umsita.