Løgtingið skal vera pappírsleyst

Løgtingið skal vera pappírsleyst
Í danska fólkatinginum er pappírsnýtslan farin niður í helvt, síðani tingfólk fingu teldil
Løgtingsformaðurin ætlar, at øll tingfólk nú skulu hava møguleika at brúka teldil
 
07.09.2013 - 14:27

Øll tingfólk skulu nú hava teldil. Hetta er ein liður í arbeiðinum at gera løgtingið pappírsleyst.

Formansskapurin hevur fund fyrrapartin týdagin, og eitt av evnunum á fundinum er "Reglugerð í sambandi við pappírsleyst løgting".

Jógvan á Lakjuni, tingformaður, sigur við tíðindaportalin in.fo, at ein partur av hesum er, at øll tingfólk í næstum fáa útflýggjað hvør sín teldil, sum eftir ætlan skal avloysa ein stóran part av pappírinum, ið verður brúkt í tingarbeiðinum.

Pappírsnýtslan minkar

- Hetta er ikki nakað eindømi, og eitt nú havi eg skilt, at á Christiansborg hava tey spart úti við helmingin av pappírsnýtsluni, síðani tey fóru at nýta teldlar í tingarbeiðinum. Her heima hava vit havt ein bólk við eini 4-5 tingfólkum, sum saman við umsitingini hava gjørt royndir, og nú er tíðin komin til at víðka hetta, so tað fevnir um alt løgtingið, sigur løgtingsformaðurin við in.fo .

Tingformaðurin sigur, at tað ber ikki til at noyða tingfólk at brúka teldil, og tey, sum vilja hava pappí,r fáa tað.

Tað kann væl hugsast, at meðan yngri tingfólk skjótt taka við hesum, so eru vit kanska nøkur eldri, sum ikki eru eins skjót at venja. Og krevur eitt tingfólk at hava pappír at lesa og arbeiða við, so kann hetta sjálvandi ikki noktast, sigur Jógvan á Lakjuni, tingformaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur (13:16)
186254
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 12.partur (12:16)
186253
Mánadag 13. januar
Húsbóndin í gulu húsunum
186239
Mánadag 13. januar
Orðaval #8 - jól og veður
186210
Mánadag 13. januar
Góðan morgun Føroyar
186207
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182