Verjin vil hava skuldsetta mannin latnan leysan

Verjin vil hava skuldsetta mannin latnan leysan
Maðurin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli, hevur verið varðhaldsfongslaður í fýra vikur
Maðurin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli, noktar seg sekan
 
05.09.2013 - 14:39

18 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli sunnumorgunin 14.juli, skal í Føroya rætt í morgin.

Verjin, Jógvan Páll Lassen, sigur, at hann fer biðja rættin lata mannin leysan. Ákærin fer at biðja rættin leingja varðhaldsfongslingina, sum skilst í fýra vikur. Politiið er ikki liðugt at kanna málið. Maðurin hevur verið í varðhaldi síðani 14.juli, tá hann varð tikin.

Noktar seg sekan

Varðhaldsfongslingin er longd fýra vikur einaferð. Tær fýra vikurnar eru farnar í morgin, og tí skal rætturin taka støðu til, um maðurin skal latast leysur nú, ella vera verandi í varðhaldinum. Maðurin noktar seg sekan í skuldsetingini.

Hann sigur seg einki minnast frá sunnumorgninum 14.juli, tá hann er skuldsettur fyri at hava stungið fýra fólk við knívi. Tá grundlógaravhoyringin var, avgjørdi rætturin, at maðurin skal persónskannast og mentalkannast.

Persónskanningin, sum Kriminalforsorgin gjørdi, er liðug. Mentalkanningin er ikki liðug enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. mars
Vikuskiftið 14. februar 2025
189224
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Fríggjadag 14. mars
Morgunlestur fríggjadagur 14. mars 2025
188901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035