Kunnu nú eisini selja fisk í Vjetnam

Kunnu nú eisini selja fisk í Vjetnam
Fýra føroysk skip eru góðkend at selja sínar vørur á vjetnamska marknaðinum
Norðborg er eitt av skipunum, sum hevur fingið góðkenning at selja fisk í Vjetnam
 
02.09.2013 - 11:54

Verksmiðju- og fyrstiskipini, Norðborg, Christian í Grótinum, Akraberg og Anita hava nú eisini fingið loyvi at selja fisk og framleiða fiskaúrdráttir til vjetnamska marknaðin.

Vjetnamski heilsufrøðiligi myndugleikin, Nafi-qad, hevur góðkent tey fýra skipini. Síðani august 2010 eru tilsamans 24 føroysk fiskavirki og skip góðkend at framleiða til vjetnamska marknaðin.

Stórur áhugi

Sambært Heilsufrøðiligu starvsstovuni veksur talið á heilsuváttanum til Vjetnam og til Kina støðugt. Í Íslandi eru sjey skip og virki góðkend at flyta fisk, skeljadjór og vørur av hesum inn á vjetnamska marknaðin.

Í Grønlandi eru tey 42, í Danmark 22 og í Noregi eru ikki færri enn 205 virki og skip góðkend til vjetnamska marknaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878