ES keypti makrel úr Føroyum fyri 434 milliónir

ES keypti makrel úr Føroyum fyri 434 milliónir
Seinastu trý árini hevur ES keypt støðugt meira sild og makrel úr Føroyum. Í fjør keypti ES makrel fyri 434 mió. kr. úr Føroyum, í 2010 var talið 93 milliónir. Vøksturin er yvir 400 prosent
ES keypti makrel úr Føroyum fyri 434 milliónir í 2012.
 
15.08.2013 - 09:36

So stórur er vøksturin ikki í sildaútflutninginum. ES keypti sild fyri 113 mió. kr. úr Føroyum í fjør, í 2010 var talið 97 milliónir. Vøksturin er 110 prosent. Men føroyska sildakvotan hækkaði ikki fyrr enn í ár.

Hagstovan kunngjørdi í gjár tølini fyri føroyska útflutningin av sild og makreli.

Sild og makrelur fyri 93 milliónir
Umframt tað, sum ES keypir, fóru sild fyri 11 milliónir og makrelur fyri 82 milliónir umvegis ES-havnir til lond uttan fyri ES í fjør.

Samanumtikið er talan um sild og makrel fyri 640 milliónir, sum ætlaðu handilsforðingarnar móti Føroyum kunnu raka.   

Misvísandi tøl
Tá Danska matvørumálaráðið stutt fyri ólavsøku kunnaði Evropanevndina hjá fólkatinginum um komandi handilsstongsulin móti Føroyum, fekk nevndin at vita, at føroyingar vóru í vanda fyri at missa stívliga 1,1 milliard krónur.

Men tá er talan um allan útflutningin av makreli og sild, tí fiskur fyri 600 milliónir fer beinleiðis til onnur lond enn ES-lond.

Sambært Hagstovuni útfluttu Føroyar sild og makrel fyri eina milliard og 152 milliónir krónur.  

Kredittmetingarfyritøkan Moody´s segði í fráboðan týsdagin, at tíggju prosent av føroyska útflutninginum í fjør vóru makrelur og sild til ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878