18 ára gamal skal sita fýra vikur í varðhaldi aftrat

18 ára gamal skal sita fýra vikur í varðhaldi aftrat
18 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli sunnumorgunin 14. juli, skal vera fýra vikur aftrat í varðhaldinum
18 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd, skal sita varðhaldsfongslaður í fýra vikur aftrat.
 
09.08.2013 - 14:28

Politiið kannar framvegis málið, og nógvar avhoyringar eru eftir at gera. Knívurin, sum ungi maðurin ar skuldsettur fyri at hava stungið fýra fólk við, er ikki funnin.

Perskanningin, sum Kriminalforsorgin gjørdi, er liðug. Og fútin hevur fingið at vita, at mentalkanningin verður liðug hálvan september ella seinnapartin í september.

Mentalkanningin verður síðani send Rættarlæknaráðnum í Danmark til ummælis. Væntandi verður Rættarlæknaráðið eisini spurt, hvussu vandamiklar knívsstungurnar vóru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. mars
Vikuskiftið 14. februar 2025
189224
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Fríggjadag 14. mars
Morgunlestur fríggjadagur 14. mars 2025
188901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035