- Tíðindi, mentan og ítróttur
Barnafrádrátturin hækkar mest í Havn og Fugloy
Barnafrádrátturin hækkar mest í Havn og Fugloy
Í flestum kommunum verður skattaprosentið óbroytt næsta ár
21.12.2012 - 09:31
Fleiri kommunur hækka barnafrádráttin á nýggjárinum. Í krónum og oyrum hækkar barnafrádrátturin mest í Tórshavnar kommunu og Fugloyar kommunu, vísir ein uppgerð hjá TAKS.
Eftir ársskiftið hækkar barnafrádrátturin í Fugloyar kommunu 3.000 krónur, meðan Tórshavnar kommuna hækkar sín barnafrádrátt við 2.500 krónum.
Eisini í Kunoyar-, Fuglafjarðar-, Sjóvar-, Runavíkar, Eiðis-, Hovs- og Porkeris kommunu hækkar barnafrádrátturin millum 2.000 og 5.000 krónur næsta ár.
Óbroytt skattaprosent
Uppgerðin hjá TAKS vísir eisini, at hjá flest øllum kommunum verður kommunuskattaprosentið óbroytt næsta ár. Í Tórshavnar- og Hovs kommunu lækkar kommunuskatturin við hálvum prosentstigi, í Eiðis kommunu 0,25 prosentstig, meðan kommunuskatturin hækkar 0,5 prosentstig í Vága kommunu og 1,3 prosentstig í Viðareiðis kommunu.
Sands kommuna, Skopunar kommuna og Tvøroyar kommuna hava eisini eftir ársskiftið hægsta kommunuskattaprosent í landinum - 23,5 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV