- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákærin: Vitni hava sæð onkran annan
Ákærin: Vitni hava sæð onkran annan
Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at vitni eru farin skeiv av døgum, ella hava tey sæð onkran annan enn Pidda
29.11.2012 - 08:45
Øll tey 11 fólkini, sum siga seg hava sæð Dánjal Petur Hansen fríggjadagin 4.november ella leygardagin 6.november í fjør, fara antin skeiv av døgunum, ella hava tey sæð onkran annan.
- Eg sigi ikki, at vitnini søgdu ósatt, tá tey vóru her, segði Linda Hesselberg, ákæri, í nevningatinginum í gjár.
Men, legði hon afturat, tey fara antin skeiv av døgunum, ella hava tey sæð onkran annan enn Pidda. Ákærin minti nevningarnar á, at einki vitni kundi til dømis siga, á hvørjum fóti, Piddi haltaði. Í tveimum førum bar til hjá politinum at eftirkanna vitnisfrágreiðingar, segði ákærin.
Tosað við Pidda
Eitt vitni segði seg hava sæð og tosað við Pidda í einum handli á Glyvrum leygardagin 5.november. Men kanningar hjá politinum siga, at eingin keypti tað, sum vitni segði, at Piddi keypti, í handlinum tann dagin.
Eitt annað vitni sigur seg hava sæð Pidda í Saltangará fríggjadagin. Men sambært politinum var fartelefonin hjá Pidda á Nesi stívliga eitt korter frammanundan, so Piddi skal hava gingið góðar fimm kilometrar upp á 16 minuttir, segði ákærin.
Og tað er neyvan sannlíkt, segði ákærin.
Hvar át og svav hann?
Linda Hesselberg bað eisini nevningarnar hugsa um, hví Piddi ongantíð var heima við hús á Gerðisvegi hesar báðar dagarnar, og hvar svav hann og hvar át hann?
Tey 11 vitnini hjá verjanum hava ikki ávirkað ástøðið hjá ákæruvaldinum, sum er, at ákærdi maðurin leyp á Pidda í sovikamarinum á Gerðisvegi 34 fríggjanáttina ella tíðliga fríggjamorgunin 4.november. Antin doyði hann tá alt fyri eitt ella seinni um morgunin.
Nýggjastu sendingar í ÚV