Genta funnin druknað í Hvannasundi

Genta funnin druknað í Hvannasundi
Klokkan 7:20 í morgun funnu tveir mans eina 16-ára gamla gentu druknaða við byrgingina í Hvannasundi
Tilvildarlig mynd
 
21.11.2012 - 10:12

Klokkan 03:15 í nátt fekk politiið fráboðan um at ein genta úr Hvannasundi var saknað. Leiting varð sett í verk, og tá tað lýsti í morgun, varð gentan funnin druknað.

Tveir mans, ið vóru við í leitingini, funnu klokkan 7:20 í morgun 16-ára gomlu gentuna við byrgingina í Hvannasundi. Gentan var druknað, og lívið hjá henni stóð ikki til at bjarga.

Familjan hjá gentuni hevur fingið tungu boðini um deyðsfallið, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn, Heri Andreassen, við kringvarp.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777
Týsdag 25. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Sunnudag 23. mars
Ein varði í lívi mínum
189664