- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fríkendur og 10 milliónir í endurgjaldi

Japanarin Iwao Hakamada, sum í 46 ár hevur sitið í fongsli á deyðsgongini fyri hópdráp, hevur fingið slakar 10 milliónir krónur í endurgjaldi.
Hakamada, sum í dag er 89 ára gamal, var í 1968 deyðadømdur fyri í 1966 at hava dripið fýra fólk.
Eingin annar í heiminum hevur sitið so leingi við deyðadómi sum hann.
Í fjør var fyrrverandi nevaleikarin fríkendur og latin leysur, eftir at systir hansara og fleiri onnur ótroyttiliga hava arbeitt fyri at reinsa hann.
Dómstólurin í Shizuoka hevur nú staðfest, at Hakamada er ósekur, og at løgreglan hevur sjuskað við prógvum í málinum.
- Avhoyringin var ómenniskjalig, har hann var tvingaður at játta seg sekan. Men seinni hevur hann noktað seg sekan, sigur rætturin í Shizouka.