
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kondittaríið skal varðveitast
Kondittaríið skal varðveitast
Tað sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Serfrøðingur fegnast

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
25.03.2025 - 18:58
Kondittaríið skal varðveitast.
Tað sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, í sambandi við at ætlanin um at keypa bygningin skal leggjast fram á býráðsfundi hóskvøldið.
Tó er ikki greitt enn, hvat bygningurin skal brúkast til frameftir.
Jórunn Reginsdóttir. (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Jórunn Reginsdóttir, varðveitingararkitektur á Tjóðsavninum, fegnast um tíðindini, um at bygningurin skal varðveitast. Hon vísir millum annað á, at í Reykjavík hava tey iðrað seg um, at tey ikki hava varðveitt fleiri bygningar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV