Skipaferðslan í Svartahavinum verður tryggjað

Skipaferðslan í Svartahavinum verður tryggjað
Ukraina og Russland eru eisini samd um forboð fyri at at leypa á orkuútbúnað í Ukraina og Russlandi
Samráðingarnar millum USA, Russland og Ukraina eru á hesum hotellinum í Riyad í Saudiarabia.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
25.03.2025 - 16:03

Russland og Ukraina eru samd um at tryggja skipaferðsluna í Svartahavinum.

USA hevur gjørt avtalu við Russland og Ukraina um skipaferðsluna, og hon ber í sær, at skip, sum sigla í Svartahavinum, ikki verða álopin.

Tað vátta Hvítu húsini sambært Reuters og BBC.

 

Avtalan skal m.a. tryggja kornflutningin við skipum í Svartahavinum. 

 

Ukrainski verjumálaráðharrin sigur, at avtalan er ein "vápnahvíld á sjonum," sum hann málber seg.

Hvítu húsini siga, at partarnir eru eisini samdir um forboð fyri at leypa á orkuútbúnað í Ukraina og Russlandi. 

USA hevur seinastu dagarnar havt samráðingar við russar og ukrainar hvør sær, í eini roynd at fáa vápahvíld í lag.

Samráðingarnar eru í Saudiarabia.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772