1400 mótmælisfólk handtikin í Turkalandi

1400 mótmælisfólk handtikin í Turkalandi
Fleiri tíggjutúsund fólk hava mótmælt í gøtunum í Turkalandi, eftir at Ekrem Imamoglu, borgarstjóri í Istanbul, varð handtikin í síðstu viku
Myndugleikarnir í Turkalandi hava bannað mótmælisgongum, men kortini hava mótmælisgongurnar hildið fram.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
25.03.2025 - 15:02

1418 fólk eru handtikin eftir mótmælisgongurnar, sum hava verið í Turkalandi seinastu dagarnar, skrivar NRK. 

Myndugleikarnir í landinum hava bannað mótmælisgongum, men kortini hava mótmælisgongurnar hildið fram.

Fleiri tíggjutúsund fólk hava mótmælt í gøtunum í Turkalandi, eftir at Ekrem Imamoglu, borgarstjóri í Istanbul, varð handtikin í síðstu viku, í sambandi við skuldsetingar um mutur og yvirgang.

Imamgoglu er sagdur at vera argasti mótstøðumaðurin hjá forsetanum, Recep Erdogan. Og størsti andstøðuflokkurin í Turklandi hevur kosið hann til forsetavalevni. 

Eftir ætlan verður ikki forsetaval í Turkalandi fyrr enn í 2028. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777
Týsdag 25. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Sunnudag 23. mars
Ein varði í lívi mínum
189664