- Tíðindi, mentan og ítróttur
Formansskapurin upp í málið um stjórnarskipanina
Formansskapurin upp í málið um stjórnarskipanina
Skal taka støðu til, um málið skal burturvísast, tí tað er ikki løgfrøðiliga kannað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/3f9e82542423d9da4281ffaa211ba560.png?itok=Lm-bm0xS)
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, og hini í formansskapinum skulu nú taka støðu til, um uppskotið um stjórnarskipan skal burturvísast.
23.10.2012 - 09:58
Formansskapurin hjá løgtinginum fer í morgin taka støðu til, um stjórnarskipanaruppskotið, ið Høgni Hoydal og Poul Michelsen hava lagt fyri løgtingið, skal burturvísast.
Fyrsta viðgerð av uppskotinum er sett á dagsskrá til løgtingsfundin í morgin. Men uppskotið er ikki løgfrøðisliga eftirkannað, hóast tað er lagt fram.
Fyri tingfundin í morgin skal formansskapurin taka støðu til tilmæli, um málið skal vísast burtur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV