Kallið, Gerhard Jónsson Mikkelsen: "Prestar eru bara menniskju"

Kallið, Gerhard Jónsson Mikkelsen: "Prestar eru bara menniskju"
Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur, helt upprunaliga prestagerningin, og tað at skula vera hjá menniskjum í lívsins stóru yvirgangum, vera eina ómenniskjaliga stóra uppgávu
Gerhard Jónsson Mikkelsen fór eftir student á ein bíbliuháskúla í Jútlandi, og har vaks áhugin fyri guðfrøðini. Tá dugdi hann tó ikki at ímynda sær, at hann skuldi verða prestur. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.02.2025 - 22:20

Skrivað hevur: Rebekka Heðinsdóttir Hansen

Kallið er ein nýggj útvarpssending hjá Kringvarpi Føroya, ið varpar ljós á prestar í fólkakirkjuni. 

Spurt verður, hví valið fall á guðfrøði, hvat hugtók, hvat var torført, var nakar ivi og var nakað kall?

Fyrsti gestur í røðini var Gerhard Jónsson Mikkelsen.

Hann er barnauppvaksin á Toftum, men flutti sum sjey ára gamal til Aarhus við familjuni. Hann hevur lisið guðfrøði á Universitetinum í Keypmannahavn. 

Gerhard er uppvaksin í eini trúgvandi familju, og tað sosiala lívið var ofta í kristnum høpi. 


Gerhard Jónsson Mikkelsen, ið er aftanfyri til høgru, saman við foreldrunum og systkunum (Mynd: Privat mynd á Facebook)
 

Næstan ómenniskjalig uppgáva

Eftir student fór Gerhard á ein bíbliuháskúla í Jútlandi, og har vaks áhugin fyri guðfrøðini.

Tá dugdi hann tó ikki at ímynda sær, at hann skuldi verða prestur. 

"Eg hevði møtt nógvum prestum gjøgnum lívið, og í mínari verð vóru teir ein heilt onnur liga, og eg dugdi ikki at ímynda mær, at eg sjálvur skuldi hava sovorðið starv ella sovorðið kall."

Fyri Gerhard tóktist tað at vera ein ómenniskjalig uppgáva at skula vera hjá menniskjum í lívsins yvirgangum, sum tað er í dópum, konfirmatiónum, vígslum, jarðarferðum og alt har millum. 

"Tað virkaði sum tað var ein stór uppgáva – og næstan ómenniskjalig," staðfestir hann. 

»Í mínari verð vóru prestar ein heilt onnur liga, og eg dugdi ikki at ímynda mær, at eg sjálvur skuldi hava sovorðið starv ella sovorðið kall.«

Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur

 

Eru bara menniskju

Hesar tankarnar setur Gerhard í dag í samband við at vera ungur og møguliga óvitandi um, at prestar eisini bara eru menniskju. Sjálvur sá hann upp til prestar og hevði stóra virðing fyri teimum. 

Gerhard minnist á gudfrøðilesnaðin sum eina góða tíð, spennandi, men eisini harða. Serliga tey málsligu fakini latín, grikskt og hebraiskt vóru avbjóðandi fyri Gerhard.

Tó var ein góður lesibólkur ein stór hjálp fyri at koma gjøgnum hesi fakini. 

“Sjálvur hevði eg mest áhugað fyri eksegese, altso tey bíbilsku fakini, men eisini tey meira eksistensfilosofisku fakini og dogmatik.”


Ein ungur Gerhard Jónsson Mikkelsen í djúpum tonkum við einari bók (Privat mynd á Facebook)

 

Útbúgving og búning

Fyri Gerhard var tað ikki so umráðandi at skunda sær at gerast liðugur við útbúgvingina, men heldur at hava stundir at mennast sum menniskja meðan.

"Eg havi verið 21 ár, tá eg byrjaði, og liðugur, tá eg var 29. Tað hendi nógv tey árini. Tað besta er, tá útbúgving og búning onkursvegna ganga hond í hond," sambært Gerhard. 

Tað besta er, tá útbúgving og búning onkursvegna ganga hond í hond, heldur hann. Fortíðin er farin, og framtíðin hon kemur, men vit vita ikki hvat tað er fyri framtíð. Vit skulu ikki fara til framtíðina við stúran, men við væntan.

“Eg leggi tað í harrans hendur, altso framtíðina, dagin í morgin, tað sum koma skal, eg leggi tað í harrans hendur. Kanska vit ikki hugsa um tað í dag, men tað er stórur vísdómur í tí.”

»Fortíðin er farin, og framtíðin hon kemur, men vit vita ikki hvat tað er fyri framtíð. Vit skulu ikki fara til framtíðina við stúran, men við væntan.«

Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur

 

Álit og tíð er umráðandi

Hesir tankarnir hjá Kirkegaard hava verið við til at mynda hugsunarháttin og liviháttin hjá Gerhardi. Hann leggur eisini dent á, at tað er umráðandi at duga at lurta og vera nærverandi.

“Tað er gott at hava eitt sunt forvitni, tá man lærir menniskju at kenna. Hatta við at vita, at menniskja er kompleks - tey bera uppá alt møguligt frá sínari fortíð. Har er ein stórur skattur, gull, at heinta, um eg tími at leggja oyra til og lurta.” 

"Vit hoyra nógv í dag, men spurningurin er, um vit lurta?" spyr Gerhard. "Um vit veruliga lurta eftir hvat hin sigur, uttan at allatíð seta tað í samband við okkara egna lív."

Gerhard upplivir í sínum starvi, at menniskju koma til hansara at tosa. Tá er umráðandi, at hava álit fyri at fáa góðar og djúpar samrøður. Tað krevur tíð og nærveru at uppbyggja álit. 

“Núið, ella øjeblikket, er tað nærverandi, tað er her og nú, tí vit kanska sum menniskju hava lyndi til at allatíð vilja víðari, vit hava ikki tíð. Tá vit ikki hava tíð, jamen so er tað eisini trupult at uppbyggja eitt álit, og so er tað trupult eisini at fáa hesar djypri samrøðurnar, og kunna lætta sítt hjarta.”


Gerhard Jónsson Mikkelsen var prestur í Karlslunde Strandkirke í seks ár, áðrenn leiðin gekk til Føroya (Mynd: Privat mynd á Facebook)

 

Seks ár í Karlslunde

Leiðin gekk fyrst til Karlslunde, áðrenn kósin varð sett ímóti Føroyum. Gerhard fekk starv á Karlslunde Strandkirke, og har starvaðist hann í yvir seks ár.

Tað var nógv lív í kirkjuni, og uppgávurnar vóru nógvar og fjølbroyttar, og hetta var sera mennandi fyri hann sum prest. 

Um kirkjuna sigur Gerhard:

“Ein rættiliga øðrvísi kirkja uppá nógvar mátar, ein fólkakirkja, sóknarkirkja, sum er partur av tí rørsluni nirði, sum tey kalla fyri DanskOase, sum er ein karismatisk luthersk-evangelisk rørsla.”

»Nú vit tosa um kall, so haldi eg kanska, at tað er fyrstu ferð, at eg ordiliga havi følt eitt týðiligt kall til at siga okey, kanska ein dagin skal eg til Føroya at vera prestur. Eg visti bara ikki nær og hvar.«

Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur

 

Kall at koma aftur til Føroya

Hóast tey høvdu tað gott í Karlslunde, og Gerhard hevði búð í Danmark, síðani hann var sjey ára gamal, setti familjulívið gongd á prátið um at flyta heim aftur til Føroya. 

“Nú vit tosa um kall, so haldi eg kanska, at tað er fyrstu ferð, at eg ordiliga havi følt eitt týðiligt kall til at siga okey, kanska ein dagin skal eg til Føroya at vera prestur. Eg visti bara ikki nær og hvar.”

Um várið 2020, undir koronatíðum, varð eitt prestastarv lýst leyst í Fuglafirði, og hetta starvið fekk Gerhard, og tí fluttu tey heim til Føroya. Hetta var ein spennandi og nervapirrandi tíð, og tað var eitt stórt stig at taka, og Gerhard upplivir hetta sum eitt kall. 


Gerhard Jónsson Mikkelsen í sínum prestagerningi í Føroyum (Mynd: Privat mynd á Facebook)

 

Øðrvísi at vera prestur í Føroyum enn í Danmark

“Eg eri kanska meira stórbýarmenniskja enn eg helt. Eg havi altíð hugsað, at eg kann búgva allastaðni, men eg havi skula vant meg við at fara frá at hava búð í Aarhus og Keypmannahavn í so nógv ár, og so til at knappliga at búgva meira úti á bygd, sjálvt um Fuglafjørður er ein býur.”

Nógv var øðrvísi í Føroyum, bæði býarlívið, men eisini starvið sum prestur. Í Føroyum fyllir tað átrúnaðarliga meira. Í Danmark kendi Gerhard seg meira anonyman í samfelagnum, meðan mann í Føroyum verður ein almennur persónur sum prestur. 

Prestastarvið er meira enn eitt vanligt arbeiði frá átta til fýra, tað er ein lívstílur, og tað kann taka tíð og ár at læra, og Gerhard sær tað avgjørt sum ein fyrimun, at hann hevði royndir sum prestur, áðrenn hann kom aftur til Føroya at starvast. 

“Eg eri kanska meira stórbýarmenniskja enn eg helt. Eg havi altíð hugsað, at eg kann búgva allastaðni, men eg havi skula vant meg við at fara frá at hava búð í Aarhus og Keypmannahavn í so nógv ár, og so til at knappliga at búgva meira úti á bygd, sjálvt um Fuglafjørður er ein býur.”

Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur

 

Rætta valið at gerast prestur, hóast ivin var til staðar

Gerhard fór í farloyvi í eitt hálvt ár undir bachelor útbúgvingini, og fór at ivast, um hann skuldi halda áfram við guðfrøði.

Hann flutti heim til ommu sína á Toftum, og prátaði við fólk og Guð um, hvat var tað rætta.

Spurningurin var, hvat hann skuldi brúka útbúgvingina til, um hann ikki skuldi vera prestur.


Gerhard og omman Ingerd Mikkelsen av Toftum (Mynd: Privat mynd á Facebook)
 

Tá fann Gerhard útav, at hann var bert ein lítil prikkur í øllum, og óansæð hvønn veg hann fór, so fór tað nokk at ganga. 

“Eg skal ikki vera nakað yvirmenniskja, eg skal ikki vera nakað serligt og eg skal ikki vera perfektur.”

Tann boðskapurin, ið prestar prædika í kirkjuni bleiv ein prædika fyri hann sjálvan. Hann hevur lært at hvíla í, at tað er lagt á harrans hendur og at ikki stúra ov nógv.

»Kirkja er jú nakað vit gera saman. Eg beri ikki, sum prestur, kirkjuna á mínum herðum.«

Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur

 

 

Við árunum hevur hann lært at lurta og vera tolin, tá tað krevst. Prestar hava brúk fyri hvørjum øðrum, og sum Gerhard sigur:

“Kirkja er jú nakað vit gera saman. Eg beri ikki, sum prestur, kirkjuna á mínum herðum.”

Boðskapurin er, heldur Gerhard, at ein prestur er settur at tæna á staðnum í kirkjuni, og at tæna fyri nøkrum, ið vit øll eru kallaði inn at tæna.

"Tað skal ongantíð vera soleiðis, at prestur skal avgera alt, men at vit fyrst og fremst eru kallaði í tænastu og onkutíð ganga á odda," sigur Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur. 


Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur, saman við konuni Silviu og børnunum (Mynd: Privat mynd á Facebook)

 

Hvat: Kallið
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Sunnudagar kl. 14.15 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Næstuferð: Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur

 

Hoyr sendingina um kallið hjá Gerhardi Jónssyni Mikkelsen:

 

1724749


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824