- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skundfundur um Ukraina í morgin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/macron_6.jpg?itok=BWJpsX_W)
Evropeiskir stjórnarleiðarar eru kallaðir saman til skundfundar í París í morgin, at viðgera Ukraina.
Tað er franski forsetin, sum hevur tikið stig til fundin, eftir trygdarráðstevnuna í München og boðskapin, sum er komin úr USA.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, ætlar sær at fara undir friðarsamráðingar við russiska forsetan, Vladimir Putin, men uttanum Ukraina.
Evropeisku stjórnarleiðararnir stúra fyri, at Ukraina og Evropa ikki sleppur til samráðingarborðið og sostatt heldur onga ávirkan fáa á, hvussu friðarsamráðingarnar enda.
Amerikanski boðskapurin hevur millum annað verið, at Ukraina ikki kann fara aftur til markið, sum var galdandi fyri 2014, og landið kann heldur ikki gerast limur í Nato.
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, bretski forsætisráðharrin Keir Starmer og pólski forsætisráðharrin Donald Tusk vera millum teirra, sum vera við á fundinum.
Á fundinum umboðar Mette Frederiksen norðurlendsku londini og Baltalondini, sum eru millum tey, sum lata Ukraina størsta stuðulin.