Hundraðtals fólk vóru til opið hús við Tjarnir

Hundraðtals fólk vóru til opið hús við Tjarnir
Í dag hevur nýggja stórhøllin við Tjarnir í Hoyvíkshaganum havt opið hús, og hundraðstal fólk nýttu høvið at síggja nýggja mekka hjá føroyskum ítrótti og undirhaldi
Nógv fólk nýttu høvið í dag til at síggja nýggju stórhøllina við Tjarnir í Hoyvíkshaganum, sum hevði opið hús í dag
Mynd: Bárður Lydersen  
 
15.02.2025 - 20:55

Vit hava ongantíð áður sæð nakað líkandi her á klettunum, sum nýggja og sera snotiliga stórhøllin við Tjarnir í Hoyvíkshaganum. 

Tað verður longu tosað um tíðina áðrenn og aftaná við Tjarnir, tí hon letur upp fyri nøkrum møguleikum til at halda ítróttartiltøk, konsertir og ráðstevnur, ið vit annars bara síggja uttanlands. 

 

Sum skrivað stendur um høllina:  "Við Tjarnir ber við sær ávísa nýskapan, og fyriskiparar kring landið fara at skapa nýggj annarleiðis tiltøk, sum vit kanska ikki eru von við í Føroyum."

Júst tí høvdu fólk í hundraðtali leitað sær niðan í Hoyvíkshagan at síggja nýggju høllina, sum hevði opið hús við aktivitetum frá klokkan 11 til 17. 

 

Alt byrjaði tó við, at við Tjarnir bleiv handað klokkan 10 í einum av aktivitetshølunum, sum tað eisini eru fleiri av í høllini, umframt stóra gólvið. 

Stórhøllin við Tjarnir er skipað sum ein sjálvsognarstovnur. Skipanin við sjálvsognarstovnum merkir í stutt­ um, at stovnurin eigur seg sjálvan og hevur ikki sum undir­ liggjandi krav at vinna pening til møguligar partaeigarar.

 

Við øðrum orðum fara møgulig fíggjarlig avlop til sjálvsognar­ stovnin, eins og sjálvsognarstovnurin má fíggja møgulig hall.

Endamálið við sjálvsognarstovninum var upprunaliga at byggja stórhøllina, men nú verður tað at umsita og fyrisita høllina.


Eftir talur, varð høllin handað til til sjálvsognarstovninum, Føroya Arena, har Heðin Mortensen er formaður. 

Í nevdini eisini Guðrið Højgaard (næstf.), vald av Visit Faroe Islands, Bergur Poulsen, valdur av Vinnuhúsinum, Elin H. Joensen, vald av ÍSF og Annika Olsen, vald av Tórshavnar Kommunu.  

 

Klokkan 11 lótu so dyrnar upp, og fólk kundu bæði síggja sjálva høllina og fleiri aktivitetir á stóra gólvinum, ið er 2480 fermetrar. 

 

Ítróttarfólk innan hondbólt, fimleik, kurvabólt, frælsan ítrótt, inniróður, jiu-jitsu, flogbólt, dart, fótbólt og badminton royndu nýggja gólvið og vísa kynstur.

 

Við Tjarnir er ein stórur bygningur við einari grundvídd upp á umleið 5000 m2. Bygningurin er í trimum hæddum við einari samlaðari gólvvídd upp á umleið 8100 fermetrar. 

 

Til hondbóltsdystir eru 2.200 sitipláss og 500 standipláss. Til konsertir 3.200 sitipláss ella 4.700 standipláss. 

Høllin kann so statt væl hýsa landsdystum hjá A-landsliðunum og landsdystum og altjóða kappingum hjá flest øllum innandura ítróttagreinunum í Føroyum.

 

Talan er um ein bygning, sum er lætt broytiligur, skilt soleiðis, at tað er lætt og skjótt at broyta uppseting frá venjingarhøll til ein landsdyst, til eina konsert ella eitt samfelagsmøti.

 

Samanumtikið fer Við Tjarnir at bjóða øllum føroyingum til tiltøk av alskyns slag og lyfta støðið fyri upplivingarmøguleikum í Føroyum – øllum borgarum í landinum til gleði og gagns. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824