- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldsfongslaður fyri at brúka knív
Varðhaldsfongslaður fyri at brúka knív
Ein 32 ára gamal maður játtaði í grundlógaravhoyring at hava skorið ein 40 ára gamlan mann í høkuna við knívi

Føroya rættur fongslaði í gjárkøvldið ein 32 ára gamlan mann, m.a. fyri at hava brúkt knív.
20.08.2012 - 09:30
32 ára gamli maðurin, sum í gjáramorgunin brúkti knív ímóti einum 40 ára gomlu manni í Plantasjuni í Havn, er eftir grundlógaravhoyring í gjárkvøldið varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Tað skrivar Portalurin.
Maðurin er skuldsettur eftir trimum greinum í revsilógini. Í fyrsta lagi er hann skuldsettur fyri harðskap, í øðrum lagi fyri at hótta, og í triðja lagi fyri gera likamligan skaða á annan persón.
Í grundlógaravhoyringini í Føroya rætti játtaði tann 32 ára gamli maðurin seg sekan í at hava sligið tann 40 ára gamla í høvdið og andlitið, og at hava skorið hann í høkuna við einum knívi, hann hevði uppi á sær.
Sambært Portalinum, fingu fjølmiðlarnir forboð ímóti at referera annað enn skuldsetingina og longdina á fongslingini frá rættarfundinum, tí politiið enn ikki hevði avhoyrt eitt møguligt vitni í málinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV