15 yrkisútbúgvingar í føroyskum skúlum

15 yrkisútbúgvingar í føroyskum skúlum
Barna- og útbúgvingarmálaráðið fer í næstum at viðgera tilmæli um nýggjar útbúgvingar, m.a. læknaskrivaraútbúgving
At raðfesta er tó ikki altíð at stovna nýggj útbúgvingartilboð. Tað er eisini at hjúkla um tey tilboð, sum eru, og at menna útbúgvingarnar á ymsan hátt, sigur landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
15.01.2024 - 15:18

Tá ið ræður um fjølbroytni á yrkisútbúgvingarøkinum, hevur tað týdning at vísa á, at Føroyar hava eitt rættiliga stórt útboð av yrkisútbúgvingum.

Í løtuni verða 15 ymiskar yrkisútbúgvingar bodnar út í føroyskum skúlum, tá ið allar sergreinir vera taldar við. Harumframt eru ein long røð av útbúgvingum, har lærupláss eru í Føroyum, meðan skúlagongdin verður tikin í donskum skúlum.

 

Djóni svarar Una

Hetta svarar Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaðuri í barna- og útbúgvingarmálum, partamanni sínum, Una Holm Johannesen, løgtingsmanni, sum vil vita, hvussu landsstýrismaðurin ítøkiliga ætlar at uppraðfesta og fáa fjølbroyttari útboð av yrkis- og vinnurættaðum útbúgvingum.

Í øðrum lagi, hvussu landsstýrismaðurin arbeiðir við at styrkja vaksnamannútbúgvingar og eftirútbúgvingar.

Og í triðja lagi, hvussu hann ætlar at samskipa granskingararbeiðið betur.

 

Nýggjar útbúgvingar

Djóni Nolsøe Joensen svarar millum annað, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið í næstum fer at viðgera nøkur tilmælir, sum snúgva seg um at seta nýggjar yrkisútbúgvingar á stovn.

Talan er eitt nú um eina læknaskrivaraútbúgving og eina yrkisútbúgving innan KT-support. 

Hetta skal viðgerast, áðrenn endalig støða verður tikin til hesi tilmæli.

At raðfesta er tó ikki altíð at stovna nýggj útbúgvingartilboð. Tað er eisini at hjúkla um tey tilboð, sum eru, og at menna útbúgvingarnar á ymsan hátt, sigur landsstýrismaðurin í svari sínum til fyrispurningin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155