Undirhondin: Ingi Olsen metir um leikaraavrikini ímóti Norra

bannari
Undirhondin: Ingi Olsen metir um leikaraavrikini ímóti Norra
Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um leikaraavrikini hjá Føroyum í ótrúliga javnleikinum ímóti Norra og gevur stjørnur frá einari til fimm
 
14.01.2024 - 00:07

Mercedes Benz-Arena (EM-endaspælið)
Føroyar - Norra 26-26 (12-13)

Føroyar spæla fyri fyrstu ferð nakrantíð í einum endaspæli fyri vaksnamannalið. Hesar dystirnar verður mett um avrikini hjá føroyska liðinum, og tað verður gjørt eftir einum 5-stjørnu skala.

 

 

  • 5 stjørnur vera givnar fyri ”einastandandi gott avrik”
  • 4 stjørnur vera givnar fyri ”gott avrik”
  • 3 stjørnur vera givnar fyri ”miðal avrik”
  • 2 stjørnur vera givnar fyri ”ikki nøktandi avrik”
  • 1 stjørna verður givin fyri ”sera vánaligt avrik”

 


Tróndur Mikkelsen 4

Eitt einastandandi avrik hjá Tróndi, serliga í verjuni. Eingin skotroynd í dag. Men tað sær út til, at Tróndur er maðurin, sum fer at verja okkara bakkpláss, saman við serliga Vilhelm á hinum bakkinum



Teis Horn Rasmussen 4

Teis lá leingi við 100% skoringum, men brendi so tvær ferðir í dag. Tað liggur sera nógv á Teisi, serliga í verjuni, men týdningur hansara í álopinum er vorðin alsamt størri. Vit síggja nærum ongantíð Teis spæla ein vánaligan dyst. Tað skal ein óvanliga stór orka leggjast í at halda Norra niðri á 26 málum, og tað eigur Teis ikki minsta heiðurin av. Flott Teis – enn einaferð.

 

Rói Berg Hansen 4

Rói fær 4 stjørnur fyri at skora 3/3. Røkti eisini sínar verjuskyldur til fulnar.



Óli Mittún 4

Óli fær væl meira ábyrgd í dag. Av tí sama gjørdist føroyska spælið truplari at verja seg ímóti enn í dystinum móti Slovenia. Óli er óvanliga kvikur leikari, og tað fingu vit nyttuna av í dag. Eisini var hann sera stinnur í verjupartinum tær ferðirnar, hann vardi.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu 4

Dagsins leikari – uttan iva ein heilt einastandi prestatión. Elias sýndi væl betri tol í álopinum í dag, hóast tær fyrstu royndirnar ikki eydnaðust so væl. Men ikki nógvir dystir vera avgjørdir í 1. hálvleiki, og tað vísti seg eisini í dag. Fekk fatur í seinasta bóltinum og vann liðnum brotskast, sum hann sera hegnisliga setti í málið. Vit eiga helst besta 7-6 leikara í heiminum, og tað vísti Elias í dag. Heilt einastandandi avrik. At 5 stjørnur ikki vera givnar, er tí, at hann hevði tólv skotroyndir um at fáa síni fimm mál.

 

Vilhelm Poulsen 4

Aftur í dag var Vilhelm ein sannur brandur - serliga í verjuni. Uppgávan var sera stór, men tað kláraði Vilhelm uttan stórvegis trupuleikar. Ein av fáu leikarunum, sum standa seg reint fysiskt. Og tá skal havast við, at teir, sum hann dekkar, eru spælarar í heimsflokki. Vilhelm kundi fingið 5 stjørnur, hevði hann bara verið eitt vet meira ágangandi og ósmæðin í álopinum, hartil brendi hann okkurt skot. Men ein rættuliga gjøgnumførd uppgáva - sera flottur dystur av Vilhelmi.

 

Hákun West av Teigum 4

Enn eitt fantastiskt avrik av Hákuni. Skotið, hann brennur, er, tá høgri bakkur átti at tikið av sínum møguleika, men velur at spæla ein alt ov pressaðan Hákun. Annars var hetta enn ein dystur, sum vísir, hví Füchse Berlin hevur fingið hann í sín hóp.

 

Nicholas Satchwell 4

Nicholas loysti Paula av, og beinanvegin komu allar bjargingarnar, sum næstan vendu dystinum. Og eftir at Norra eina løtu var við yvirlutan, ja so heintaðu vit alt aftur og eltu Norra tað, sum var eftir at dystinum. Fánaði eitt sindur til seinast. Men eitt avrik, sum gjørdi, at vit hildu okkum inni í dystinum allan vegin.

 

Helgi H. Hoydal 3

Helgi fær nærum átta minuttur á vøllinum, og tað er serliga í verjupartinum, at hann skal arbeiða. Í dag var hann sum altíð hartarbeiðandi og sera íðin. Hann er fullgóður avloysari fyri antin Teis ella Peter.

 

Peter Krogh 3

Tann vanliga tryggi skansin saman við Teis, spældi ikki so nógv í dag. Fekk serliga í byrjanini nakað av spælitíð, men sum dysturin leið, tóku aðrir yvir. Men sum altíð sera hartarbeiðandi.

 

Pætur Mikkjalsson 3

Pætur varð sera nógv nýttur á strikuni í 7-6 spælinum, og sum dystinum leið, fekk hann størri og størri lut í verjupartinum. Pætur fær 3 møguleikar og 1 mál, men 3 stjørnur fyri at standa so væl í verjupartinum.

 

Pauli Jacobsen 3

Pauli er vanliga okkara fyrsta val í málinum, sum ikki altíð er ein fyrimunur. Tí skotini frá norðmonnum vóru sera góð at byrja við, og tá fekk verjan ikki hjálpt honum so væl. Men eftir heldur laka byrjan skal eg líka lova fyri, at hann spældi seg upp aftur. Kom inn móti endanum og hevði nakrar avgerandi bjargingar. Fantastiska flott komið aftur – og sanniliga í tøkum tíma.

 

Leivur Mortensen 2

Hetta var ikki dagurin hjá Leivi. Í mun til seinasta dystin, so fær Leivur nógv at arbeiða við í dag, men tíverri var tað stong út, og tað bar í sær, at hin vongurin tók yvir. 

 

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu

Spældi ov lítið til at fáa karakter.

 

Pauli Mittún

Kom ikki á høllin

 

Kjartan Johansen

Spældi ov lítið til at fáa karakter

 

Peter Bredsdorff-Larsen 4

Vit hava ofta sæð, at vit bíða við 7-6 spælinum, men valdu at nýta hetta frá fyrsta bríksli í dag. Hetta vísti seg at vera ein sera góð avgerð. Tí í dag vóru tað vit og ikki Norra, sum stýrdu ferðini í dystinum. Vit fingu disponerað sera væl teir spælar, sum spæla nógv í dag. Elias fekk hvíld, Óli fekk hvíld og aðrir við. Og hetta tilsamans gjørdi so, at vit framdu higartil glæsiligasta úrslitið yvirhøvur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982