Jónas, Ísak og Allan ikki við ímóti Norra

bannari
Jónas, Ísak og Allan ikki við ímóti Norra
Jónas G. Djurhuus, Ísak Vedelsbøl og Allan Norðberg eru ikki við í dystarhópinum til dystin ímóti Norra í kvøld
Jónas G. Djurhuus, Ísak Vedelsbøl og Allan Norðberg eru ikki við í dystarhópinum til dystin ímóti Norra í kvøld
 
13.01.2024 - 13:37

Líkt er til, at Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum mugu taka líka stóra ábyrgd í føroyska álopsspælinum ímóti Norra, sum teir gjørdu ímóti Slovenia hósdagin.

Mest upplagdu avloysararnir, Jónas G. Djurhuus og Allan Norðberg, eru nevniliga ikki við í dystarhópinum til dystin ímóti norðmonnum í kvøld.

Triði maðurin, sum situr uttanfyri í dag, er ungi strikuspælarin, Ísak Vedelsbøl. 

Tað merkir, at Pauli Mittún og Rói Ellefsen á Skipagøtu, sum ikki vóru við ímóti Slovenia, eru við aftur í kvøld. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109