Suni tekur samanum #3: Hondbóltsrisin Norra

bannari
Suni tekur samanum #3: Hondbóltsrisin Norra
"Vit eru við yvirlutan, tá dysturin byrjan - á áskoðaraplássunum. Tann stuðulin er ikki at forsmáa, og kann muna væl, tá mótsøðan verður so stór, sum hon verður í kvøld"
Øll eru vónrík og spent, um okkara dreingir eru mentir at geva einum av heimsins bestu hondbóltsliðum dygga mótstøðu í kvøld
 
13.01.2024 - 13:07

Suni Merkistein, journalistur og ítróttarpoetur, er staddur í Berlin í sambandi við fyrstu luttøkuna í einum EM-endaspæli hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti.

Suni sær fram til dystin ímóti Norra í kvøld, har roknað verður við metstórari føroyskari áskoðarafjøld.

Hoyr hugleiðingar ella les tær her niðanfyri:



Suni_ur_Berlin_13_jan


Suni tekur samanum #3

Nógv harðari mótstøða fæst ikki í EM-endaspælinum enn móti hondbóltsrisanum Norra.

Norðmenn vera roknaðir millum favorittarnar. Úrslitini tala fyri seg. Norra var í HM-finaluni bæði í 2017 og 2019, og vóru nummar trý í EM-endaspølunum í 2016 og 2020.

Norska manslandsliðið er tí so smátt farið at taka kappingina upp við norska kvinnulandsliðið, sum hevur verið best í øllum endaspølum nú í fleiri ár. Venjarin, Jonas Wille, hevur allar sínar kosnu menn tøkar til hetta endaspælið, eingin skaði ella annað avboð hevur verið.



Føroyingar vekja ans í Norra

Søgan um føroyska EM-landsliðið hevur eisini vakt ans í Noregi. Allir fjølmiðlar skriva um liðið við mannsterku viðhaldsfjøldini, ið telur útivið tíggju prosent av landsins íbúgvum. Fjølmiðlarnir dusa sær í søgunum um, at so góðir spælarar kunnu alast upp í so lítlum samfelag, at fleiri av føroysku spælarunum eru nær skyldir, at mamman at hinum kendasta er forkvinna í Hondbóltssambandinum, og at pápin er knýttur at liðnum sum ráðgevi í ítróttarsálarfrøði.

Kennskapur er eisini millum spælarar. Fleiri av føroysku spælarunum spæla ella hava spælt í Noregi, eisini saman við spælarum á norska liðnum, so her valdar vinskapur. Og Elias á Skipagøtu hevur tveir av norðmonnunum sum liðfelagar í týska stórfelagnum Kiel, annar - Harald Rheinkind - er kamarfelagi, tá teir ferðast til dystir í útlondum.

Føroyingum er greitt, at Norra er besta liðið í okkara bólki. Men av tí at munurin var so lítil í dystinum móti Slovenia hósdagin, eru kanska grundaðar vónir um, at vit kunnu fáa ein góðan dyst móti norðmonnum.



Við yvirlutan á áskoðarapássunum

Føroysku áskoðararnir verða ikki færri í kvøld enn hósdagin. Okkurt flogfar er komið aftrat úr Føroyum til Berlin, summi ferðast eisini úr Danmark. Meginparturin av føroyingunum búgva í størsta hotellinum í Berlin, og har er sum á ólavsøku hvønn dag, frætta vit, sum búgva aðrastaðni.

Øll eru vónrík og spent, um okkara dreingir eru mentir at geva einum av heimsins bestu hondbóltsliðum dygga mótstøðu í kvøld. Vit eru við yvirlutan, tá dysturin byrjan - á áskoðaraplássunum. Tann stuðulin er ikki at forsmáa, og kann muna væl, tá mótsøðan verður so stór, sum hon verður í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Hósdag 20. februar
RagnarRokk:Anna "Ace" Brunner um Galvanize
186596
Hósdag 20. februar
Leitisstein 18.02.2025
188081
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840