Bretland og USA søkja at málum í Jemen

Bretland og USA søkja at málum í Jemen
Álopini eru aftursvar til rakettálop á sivil skip í Reyðahavinum, sum jemenska Houthi-rørslan hevur framt seinastu tveir mánaðirnar
Bretskt flogfar, sum var við í álopinum á Jemen saman við USA.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.01.2024 - 13:08

Bretland og USA søktu í morgun við loftvápnum at 16 ymiskum støðum  í Jemen.  

Álopini eru aftursvar til rakettálop á sivil skip í Reyðahavinum, sum jemenska Houthi-rørslan hevur framt seinastu tveir mánaðirnar.  

26 álop á skip í Reyðhavinum eru skjalfest, skrivaði BBC í gjár, millum teirra er eitt Maersk-skip. 

 

Fimm fólk deyð

Álopini í morgun vóru sambært talsfólki hjá amerikansku stjórnini á mál í vestur-jemenskum landspørtum við Reyðahavið, har Houthi hevur valdið, skrivar The Guardian. Houthi-talsfólk hava boðað frá, at fimm fólk hava latið lív í atsóknunum. 

Houthi hevur valdið á stórum parti av Jemen, eisini høvuðsstaðnum Sanaa, og hevur havt tað síðani 2014.

 

Viðhaldsfólk hjá Houthi-rørsluni skipaðu fyri mómælisgongu eftir bretska og amerikanska rakettálopið (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Borgarakríggj í sjey ár

Houthi-rørslan er ein av pørtunum í borgarakrígnum í Jemen, sum hevur staðið við seinastu sjey árini, og hevur havt við sær svárar trupulleikar fyri fólkið, eitt nú hungursneyð.  Saudi-Arabia stuðlar mótpartinum hjá Houthi, meðan rørslan fær stuðul frá stýrinum í Iran. 

Houthi er samsint við palestinska Hamas, og álopini á skipini í Reyðahavinum seinastu mánaðarnar lýsir rørslan sum mótsvar til álopini hjá Ísrael í Gasageiranum. USA hevur í fleiri vikur sagt, at halda álopini fram, kann Houthi vænta aftursvar, og í morgun framdu USA og Bretland so loftálop á hernaðarmál í Jemen. 

 

Skip hjá danska reiðarínum Mærsk hava eisini verið álopin í Reyðahavinum. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)

 

Fara at svara aftur

Houthi hevur boðað frá, at bretsku og amerikansku atsóknirnar fara ikki at standa ósvaraðar.

The Guardian skrivar, at Jordan gevur ísraelsku atsóknunum á palestinar ábyrgdina av, at Reyðahavið nú er vorðið vandamiklari, og turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, hevur sagt, at bretar ætla at gera Reyðahavið til eitt blóðhav.

Danska stjórnin hevur boðað frá, at hon stuðlar atsóknini hjá USA og Bretlandi fult og heilt, og tað sama hava onnur NATO-lond, sum t.d. Niðurlond og Kekkia. 

 

Turkiski forsetin, Erdogan, hevur sagt, at bretar ætla at gera Reyðahavið til eitt blóðhav. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Støðan framvegis spent

Greinarar í hernaðar- og miðeysturmálum vænta ikki, at atsóknirnar í morgun fara at linka spentu støðuna í Reyðahavinum. 

- Houthi hava royndir frá einum longum borgarakríggi og hava hórað undan verri álopum enn hesum, eitt nú frá saudiarabiska flogvápninum. Svarar jemenska rørslan aftur, sum hon eisini sjálv hevur boðað frá, at hon fer, er einasti møguleiki hjá USA og Bretlandi at halda á við atsóknum við frástøðu;  loftálopum og frá herskipum, skrivar verjukorrespondenturin hjá BBC, Jonathan Beale, fyrrapartin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946