Slovenski venjarin: Vit eru favorittar á pappírinum

bannari
Slovenski venjarin: Vit eru favorittar á pappírinum
Vit renna ikki undan favorittheitinum, men Føroyar hevur havt stóra framgongd síðstu árini og spæla skjótan og góðan hondbólt, sigur slovenski venjarin, Uros Zorman
Uros Zorman ætlar sær í miðumfarið
 
11.01.2024 - 15:50

Slovenski venjarin, Uros Zorman, rennir ikki undan favorittheitinum undan dystinum ímóti Føroyum hósdagin.

 - Á pappírinum eru vit favorittar, og tað taka vit á okkum, men Føroyar hevur havt stóra framgongd síðstu árini og spæla skjótan og góðan hondbólt, sigur Uros Zorman.

 - Teir eru ikki stórir, men eksplosivir og skilagóðir.

Slovenar ætla sær í minsta lagið at spæla seg í miðumfarið, men mangla fleiri av sterkastu spælarunum.

 - Tað kemur sjálvandi illa við, men vit hava góðar spælarar í hópinum, og vit fara at gera okkara besta við teimum, sum eru við, sigur Uros Zorman.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109