Fleiri túsund føroyingar í Berlin

bannari
Fleiri túsund føroyingar í Berlin
Higartil eru átta fullsett flogfør farin úr Vágum, og nógv eru eisini farin um Danmark
Føroysku hondbóltsfjeppararnir í Berlin eru farnir at rigga seg til dystin móti Slovenia.
 
11.01.2024 - 15:19

Tvey flogfør hjá Atlantsflogi fóru í morgun til Berlin við føroyskum hondbóltsfjepparum. 

Sostatt eru átta fullsett flogfør nú farin úr Føroyum til týska høvuðsstaðin við tilsamans umleið 1.440 ferðafólkum.

Eitt flogfar aftrat fer leygarmorgunin.

Nógv eru eisini farin um Danmark, og haraftrat eru nógvir føroyingar, sum búgva uttanlands, farnir til Berlin.

Hildið verður, at millum 4.000 og 5.000 føroyskir fjepparar fara at stuðla føroyska hondbóltslandsliðnum.

Fyrsti dysturin verður ímóti Slovenia klokkan 17, men sendingin í sjónvarpinum byrjar longu klokkan 16.15.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109