
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Januar er góður útróðrarmánaður
Januar er góður útróðrarmánaður
Toskafiskiskapurin í løtuni sigur ikki neyðturviliga nakað um, hvussu støðan er hjá toskastovninum, sigur fiskifrøðingur

Útróðrarbátar í Klaksvík hava havt rokfiskiskap í seinastuni, og teir eru komnir upp í 250 pund upp á stampin.
11.01.2024 - 13:12
Januar mánaður er vanliga góður mánaður til útróður. Tí sigur nógvi toskurin, sum útróðrarbátar fáa í løtuni, ikki neyðturviliga nakað um, hvussu støðan er hjá toskastovninum.
Tað sigur Petur Steingrund, fiskifrøðngur og deildarleiðari á Havstovuni.
Toskurin á landgrunninum ferðast ikki so víða, so tað er týdningarmikið, at veiðitrýstið ikki er ov stórt, sigur Petur Steingrund, sum vísir aftur, toskurin skal fiskast, áðrenn hann flytur seg.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
11012024_Steingrund
Útróðrarbátar í Klaksvík hava havt rokfiskiskap í seinastuni.
Sí innslag í Degi og viku:
250_pund_stampin
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV